B36 er illa spert í næstbestu deildini.
Síðstu ferðirnar eru álvarsamar royndir gjørdar fyri at lyfta liðið upp um niðurflytingarstrikuna.
Sunnudagin eyndaðist tað á heimavølli ímóti favorittunum í B68, sum fóru úr Gundadali við 5-2 tapi.
Í kvøld var B36 í Klaksvík, har tað í dýrdarveðrinum sá gott út.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe legði B36 framum.
Leiðslan helt í næstan ein tíma. KÍ spældi allan seinna hálvleik tíggju ímóti ellivu, tí málverjin, Fríði Sigurðsson, varð vístur av vøllinum.
Kortini eydnaðist tað KÍ bæði at javna og at skjóta sigursmálið. Eftir góða sending frá Eivind Sørensen var tað Mikkjal á Bergi, sum javnaði. Hann plagar at vera vongverji, men í kvøld var hann á framrættaðum miðvallarplássi og fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði hann.
Sigursmálið stútaði Steinbjørn Olsen, eftir fríspark og eitt sindur av aftur og fram í B36 brotsteiginum.
Úrslitið hevur við sær, at B36 framvegis er undir strikuni – trý stig aftanfyri Suðringar, sum spæla á Argjum hóskvøldið - og at KÍ framvegis er næstfremst – eitt stig frammanfyri B68.