B36 punkteraði EB/Streym

Tætti, sterki og vælskipaði verjuparturin hjá B36 gav felagsliðnum so stórar trupulleikar, at EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár fór EB/Streymur mál- og stigaleyst av vøllinum

FÓTBÓLTUR

B36 var fyrsta liðið, sum megnaði at basa felagsliðnum úr Sundalagnum. Á nýggja heimavøllinum í Streymnesi, sum higartil hevur roynst EB/Streymi væl, fóru teir blá-svørtu so nakkalangir av vøllinum uttan stig og mál.
Tað riggaði bara ikki hjá okkum, staðfestir Hans Pauli Samuelsen aðrastaðni á síðuni, og Hanus Thorleifsson er sundalagsmonnum so beinasamur at siga hví. B36 lá defensivt og kompakt, og tað gjørdi ógvuliga trupult hjá felagsliðnum at spæla seg í gjøgnum vælskipaðu verjuna. Sum eitt alternativ royndi EB/Streymur seg við longum høgum sendingum móti kviku áleyparunum, men við Ova Nysted í verjuni vísti hetta seg heldur ikki at vera rætta uppskriftin at bloyta hørðu verjuna.
Fróði Benjaminsen beindi B36 á sigurskós ein hálvan tíma inn í dystin. Hann steig upp til eitt fríspark úr vinstru síðu, og við høvdinum sneiddi hann bóltin framvið René Tórgarð í málinum. Leiðsluna megnaði B36 at varðveita til leiklok, hóast teir komu undir eitt ávíst trýst seinastu minuttirnar av dystinum.

Skoraðu og løgdu seg aftur
Fyrri hálvleikur var ein jøvn og tøtt uppgerð. Ferðin var hampiliga høg og inn ímillum vóru onkrir heilt stórir kjansir. Hesar átti heimaliðið, og serliga Gert Hansen eigur at iðra seg um, at hann var so misrøkin, tá hann inni í fimm-metrinum ikki fekk beint leysa bóltin í netið.
Í hinum endanum var smátt við møguleikum, men tá hálvur tími var spældur eydnaðist tað Fróða Benjaminsen at stúta frísparksinnlegg í netið. Ein ynskistøða hjá B36, sum nú kundi toga seg aftur á vøllin og lata hugflogsleysu vertirnar um at skapa dystin.
Í seinna hálvleiki var B36 betra liðið, eingin ivi um tað. Teir royndu seg við kontraálopum, sum vístu seg at rigga stak væl, tó uttan at nakað mál spurdist burtur úr.
Tíðliga í seinna hálvleiki misti B36 broddin í álopinum. Sylla fór út við skaða og tá so raski Heini í Skorini eisini fór skaddur av vøllinum, steðgaði spælið upp hjá gestunum.
EB/Streymur megnaði síðani at leggja eitt ávíst á skerda B36-liðið, men steypavinnararnir hildu tætt.

Punkterað lið
Harvið fekk B36 akkurát tað, teir komu eftir. Uppskriftin tóktist einføld og eyðsæð var, hvussu B36 ætlaði at koyra sigurin heim. Men tað einfalda er ofta tað góða, og tað vísti seg at vera meiri enn trupult hjá EB/Streymi at spæla seg ígjøgnum.
Við sigrinum punkteraði B36 annars vælkoyrandi maskinuna úr Sundalagnum. Fýra sigrar hevði liðið fingið, men um hugt verður at mótsstøðuliðunum, so sæst við hálvum eyga, at GÍ, AB, Skála og B71 ikki eru beinleiðis FM-biðlar. Tað er B36 harafturímóti men styrkisroyndina móti teimum stóðu Sundalagsmenn ikki.
Mótstøðuliðini hjá B36 hava lið úr hinum endanum. KÍ, NSÍ, HB og so VB/Sumba. Eftir sigurin á EB/Streymi hava teir nú skavað sær tíggju stig saman, og tað er bara tvey stig færri enn EB/Streymur og NSÍ.