B36-profilur tøkur aftur

Hann er sloppin av við skaðan í baklærinum og verður helst við ímóti Linfield í annaðkvøld.

Í annaðkvøld skal B36 spæla seinna dystin í Evropa League ímóti Linfield. Eftir at B36 tapti heimadystin á Tórsvølli 1-2, er B36 tvungið at skjóta í minsta lagi tvey mál í Norðurírlandi.


Í fyrra dystinum ímóti Linfield var Alex Mellemgaard, sum hevur spælt við í øllum dystunum hjá B36 í Effodeildini í ár, ikki við vegna skaða í baklærinum. Hann er tó vorðin klárur aftur og er úttikin til dystin í annaðkvøld.


Hinvegin er Jákup á Borg ikki við vegna trupulleikar í lærkrikanum og í búkmusklunum. Hann segði við in.fo í farnu viku, at hann valdi at leggja tað pínustillandi, sum hann segði seg hava tikið í fimm vikur, frá sær, og heldur hugsavna seg um at gerast frískur til Effodeildin byrjar aftur eftir summarsteðgin.


B36-legan fleyg leygarkvøldið beinleiðis til Belfast, har teir í kvøld hava seinastu venjingina undan dystinum ímóti Linfield, sum verður í annaðkvøld kl.19.45.