B36 og Víkingur hittast tríggjar ferðir

Tað skal leitast aftur til 2017 fyri at finna síðstu ferðina, tá Víkingur vann fulla úrtøku á útivølli ímóti B36

Tað stendur nógv uppá spæl, tá ið B36 seinnapartin fær vitjan av Víkingi.

 

Fyri B36 er dagsskráin at halda tørn um møguleikan at vinna seg í europeiska kapping næsta summar.

 

Fyri Víking er dagsskráin at halda tørn um silvurkrónurnar, sum víkingarnir eru favorittar at vinna.

 

Landskappingardysturin seinnapartin á ovara vølli í Gundadali er fyrsti av trimum dystum millum B36 og Víking tær næstu vikurnar. Liðini hava longu spælt tvær ferðir ímóti hvørjum fyrr í ár. Víkingur vann landskappingardystin á heimavølli 1-0, og í Gundadali endaði landskappingardysturin 1-1.

 

Umframt at spæla í landskappingini í dag fara B36 og Víkingur at spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Fyrri dysturin verður í Sarpugerði leygaradagin 20. november, og seinni dysturin verður í Gundadali sunnudagin 28. november.

 

Tað eru fýra ár síðani, at Víkingur vann fulla úrtøku í Gundadali ímóti B36. Talan var um sanna málveitslu, tá ið Víkingur 3. juni 2017 og á veg ímóti FM heitinum vann 5-3 í Gundadali. Síðani hevur B36 vunnið tríggjar dystir á heimavølli ímóti Víkingi, og tann fyrri í ár endaði 1-1.

 

Hjá B36 eru Martin Agnarsson og Uros Stojanov leikbannaðir, Brian Jakobsen er skaddur í lærkrikanum, Erlendur Magnusson er um at koma fyri seg aftur eftir slitið krossband, og Eli Falkvard Nielsen er so smátt farin at venja aftur, eftir hann leingi hevur verið darvaður av slitnum krossbandi.

 

Hjá Víkingi er Sølvi Vatnhamar framvegis darvaður av vøddaskaða, og Gunnar Vatnhamar er leikbannaður. Bárður á Reynatrøð, Ari Olsen og Finnur Justinussen eru langtíðar skaddir.