B36 og Víkingur bresta saman

Víkingur hevur møguleikan at yvirtaka oddasessin í Vodafonedeildini, men tað krevur ein sigur á útivølli ímóti B36, ið enn ikki hevur tapt í landskappingini

Enn eina ferð er oddaliðið, B36, part­ur av einari toppuppgerð, og hesa ferð er tað Víkingur, ið vitjar í Gundadali. Í løtuni sær út til, at hetta eisini eru tvey av best koyr­andi liðunum, so tað kundi hent seg, at ein góður og spennandi topp­dystur spurdist burturúr. B36, sum enn ikki hevur tapt, má sigast at vera ein lítil favorittur í kvøld, men hinvegin kann Víkingur eisini gera ein vørr, um væl liggur fyri.
Ofta verða dystirnir millum B68 og NSÍ róptir landsins harðasta grannauppgerð, og helst er nakað um tað eisini. Nú liðini møtast á Toftum, hevur B68 havt rákið við sær síðstu dystirnar, meðan NSÍ er steðgað eitt sindur upp. Men júst tað, at hetta er ein grannauppgerð, har alt kann henda, fer helst eis­ini at gera, at alt hendir, so tí er javn­leikur líka stórur møguleiki sum sigur til annað liðið.

Kann standa illa til
Vágamenn eru ikki avskrivaðir enn, tí fleiri lið er teimum í nánd á stigatalvuni, men undan dags­ins dysti ímóti EB/Streymi er 07 Vestur ikki favorittur, hóast tað er heimadystur. Minst líka nógv trýst hvílir á herðunum á sunda­lags­monnum, sum ikki ordiliga hava fingið luft undir veingirnar enn, men óivað fara at leggja nógv fyri ímóti 07 Vestur í kvøld.
KÍ hevur sjálvsálitið í lagi, nú ÍF vitjar í kvøld, men við púrt ongum sjálvsáliti. KÍ hevur staðið seg sera væl sum uppflytari, meðan ÍF slett ikki hevur megnað at livað upp til frálíka kappingarárið í fjør, ið gav pláss í steypafinaluni og Europa. KÍ, sum vann fyrra dystin, er tí favo­rittur hesa ferð við.
Higartil hevur B71 verið kanón­føði hjá hinum liðunum, og sjálvt um HB næstan hevur verið tað sama við tveimum 1-4 tapum á rað í Gundadali, má roknast við, at sandoyingar fáa tað meira enn trupult ímóti særdu føroya­meist­arunum. Megnar HB ikki at vinna og í minsta lagi fáa stig, stendur sera illa til.