B36 og Santos skrivaðu undir

Seinastu tíðina hevur brasilski Alex José dos Santos vant við B36, og eftir øllum at døma hava báðir partar verið nøgdir um tað, sum teir hava sæð.
Í øllum førum varð um vikuskiftið staðfest frá Frem, at teir hava gjørt leigusáttmála við B36, og fer brasilski leikarin sostatt at spæla við føroyska árstalsfelagnum hetta kappingarárið.
Annars ljóðar úr B36, at teir framvegis ikki hava slept ætlanunum um at styrkja um hópin við enn einm málverja. Herfyri var danski Henrik Bødker og royndarvandi við felagnum, men avtalan varð tó av ongum. Tá segði Kristian á Neystabø, formaður í B36, at teir vóru nøgdir við teir málverjar, sum longu eru í felagnum, men sum skilst, so fer B36 í næstum at fáa vitjan av einum litaviskum málverja, sum skal royndarvenja við liðnum.
Hartil kemur so eisini, at B36 ætlandi fer at gera sáttmála við enn ein brasilskan leikarar, og skal talan í hesum førinum vera um ein áleypara, sum í síni tíð hevur leikt við íslendska Leiftur saman við fleiri føroyskum leikarum.