B36 og KÍ hava uppalt flestar av spælarunum, sum í farna kappingarári spældu í Vodafone-fótbóltsdeildini. Tað vísur ein kanning, sum FSF hevur gjørt. B36 liggur ovast á listanum við 20 spælarum, og síðani kemur KÍ við 19 spælarum. HB er trið á listanum við 17 spælarum, og síðani koma ÍF og NSÍ, sum hava uppalt 16 av spælarunum, sum spældu í Vodafone-deildini farna kappingarár.
UttanlandsUttanlandsUttanlands