B36 og HB bresta saman í síðsta umfari

Formula-deildin toyggir seg í ár longur enn nakran tíð á álmanakkanum, og endað verður við sonnum braki, tá B36 og HB takast

Fótbóltur

Havnin eigur gullið í bestu fótbóltsdeildini seks tey seinastu árini. HB hevur verið meistari fýra ferðir, og B36 hevur vunnið gull tvær ferðir. Og fýra tey seinastu árini hava bæði feløgini vunnið heiðursmerki.

Lagt upp til kassadyst
Skráin fyri 2007 landskappingina, leggur upp til rimmar finalu á ovara vølli í Gundadali. 27. og síðsta umfarið í Formuladeildini verður leygardagin 27. oktober. Tað er seinni, enn umfar í landskappingini nakrantíð áður hevur verið á skránni.
Einki er at ivast í, at kassameistarin í B36 er fegin um, hvussu FSF hevur skrúvað síðsta umfarið saman. B36 eigur nevnliga heimavøll móti HB síðsta leygardagin í oktober.
Í fyrraárið hittust liðini eisini í seinasta umfari. Ta ferðina høvdu nógv gitt, at ein kapping yvir 27 umfør fór at avgera kappingina alt ov tíðliga, men undan seinasta dystinum var alt opið. Endaði dysturin í Gundadali við heimasigri til B36, var árstalsfelagið meistari. Um HB vann, so vóru teir meistarar. Og í bakhjólinum lúrdi Skála, sum kundi gera sær dælt av einum javnleiki. Úrslitið varð, at B36 vann 2-1 og gjørdust meistarar. Bárður Mortansson legði HB framum í 44. minutti, Allan Mørkøre javnaði til 1-1 í 65. minutti, og Fróði Benjaminsen skoraði sigursmálið til 2-1 í 73. minutti.
Umframt lokalbrakið í Gundadali sær skráin í síðsta umfarinum í 2007 kappingini soleiðis út: KÍ-NSÍ, B71-EB/Streymur, Skála-AB og VB/Sumba-GÍ.

HB endar í høvuðsstaðnum
Síðani GÍ gullárini 1993-1996 er tað bara komið fyri tvær ferðir, at annað felag enn tey bæði í Gundadali hevur vunnið meistaraskapin. KÍ var meistari í 1999, og í 2000 vann VB sítt fyrsta og higartil einasta FM. Hini átta árini hevur meistarin itið antin HB ella B36. Eisini hóast tað onkra tíð hevur verið heilt tætt. Ikki minst í fjør, tá tað ikki var fyrr enn í seinastu minuttunum av árinum, at HB fór fram um EB/Streym.
26. umfarið verður spælt 21. oktober. Tá spæla NSÍ-VB/Sumba, HB-KÍ, EB/Streymur-B36, AB-B71 og GÍ-Skála.
HB hevur ofta verið tiltikið heimavøllarlið, og tí kemur helst væl við, at teir bert eina ferð í seinastu sjey umførunum skulu út um høvuðsstaðin. 21. umfar spæla teir heimadyst móti B71. 22. umfarið er talan um heimadyst móti VB/Sumba, og í 23. umfarinum kemur EB/Streymur á vitjan.
24. umfarið hava meistararnir trupla uppgávu í Runavík, og eisini 25. umfarið er talan um útidyst, tó at hesin ikki fer út um kommununa. Tá spælir HB nevnliga á Argjum. Næst seinasta umfarið verður klassikarin móti KÍ.

Nógvur bóltur á páskum
Fyrsta umfarið í Formula-deildini 2007 verður pálmasunnudag, sum verður 1. apríl. Tá sær skráin soleiðis út: B36-KÍ, GÍ-EB/Streymur, Skála-HB, B71-NSÍ og VB/Sumba-AB.
2. umfar verður sambært skránni Skírisdag, sum er hósdagin 5. apríl, og triðja umfar verður 2. páskadag, sum er mánadagin 9. apríl.
Síðsta umfarið undan summarsteðginum verður 8. juli. Tá eru mótstøðuliðini júst tey somum, sum verða í seinasta umfarinum á árinum.