B36 og HB bresta saman í fjórðingsfinaluni

Dan Brimsvík fær nú nýggjan møguleika at vinna ímóti grannunum

Í dag spældi B36 seg við 2-0 sigri ímóti KÍ í fjórðingsfinaluna, sum verður ímóti HB

Fyrr í ár tapti B36 2-0 í landskappingini ímóti grannunum í HB. B36 hevur vunnið ímóti Víkingi og í kvøld ímóti KÍ, sum fór úr Gundadali við 2-0 tapi.

 

Nú fær B36 nýggjan møguleika at vinna ímóti HB.

 

Í kvøld hevur lutakast verið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Lutakastið bar við sær, at B36 og HB hittast.

 

Tvær aðrar grannauppgerðir vera.

 

Onnur er, tá ið B68 í bestu deildini fær vitjan av NSÍ í næstbestu deildini.

 

Ein onnur verður, tá ið EB/Streymur í bestu deildini fær vitjan av Skála í næstbestu deildini.

 

AB vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy í triðbestu deildini. Málið varð skorað við brotssparki í 94. minutti. Í fjórðingsfinaluni eigur AB heimavøll ímóti 07 Vestur, sum í dag sendi ÍF úr steypakappingini.

 

 

 

Fjórðingsfinalur

 

Mikudagin 10. mai

 

EB/Streymur – Skála

 

B36 – HB

 

B68 – NSÍ

 

AB – 07 Vestur

 

 

 

Fyrra hálvfinala

 

Mikudagin 28. juni

 

 

 

Seinna hálvfinala

 

Mikudagin 27. september

 

 

 

Finala

 

Leygardagin 4. november

 

Í dag spældi B36 seg við 2-0 sigri ímóti KÍ í fjórðingsfinaluna, sum verður ímóti HB