Ikki kann sigast annað, enn at B36 er stórfavorittur at vinna dystin, hóast tað hevur gingið toluliga væl hjá GÍ seinastu umførini.
Leikbann hjá báðum liðunum
Heimaliðið kom aftur úr Íslandi eftir UEFA-Cup dystin móti ÌBV seint hóskvøldið, og teir tykjast verða væl fyri.
Kenneth Jacobsen fekk reyða kortið í dystinum móti KÍ farna vikuskifti, og hann verður tí ikki við mánakvøldið. Herbert í Lon Jacobsen hevur framvegis pínu í fótinum, og ivasamt er, um hann verður tøkur til dystin móti gøtumonnum.
Hjá GÍ hevur Poul Arni Jacobsen leikbann, eftir at hann var rikin av vølli í útsetta dystinum móti TB, sum var leiktur í Serpigerði hóskvøldið. Harumframt fekk málverjin Marcin Dawid ein skaða í dystinum móti TB, og tí verður tað allarhelst Mortan Joensen, ið skal verja GÍ-málið mánakvøldið.
Hesi bæði liðini hittust í Formuladeildini tann 8. mai í Gundadali, og tann dystin vann B36 greitt 3-0.










