B36 og Bagge halda fram

Okkurt bendir á, at áhugi hevur verið frá øðrum feløgum fyri Sámal Eriki Hentze

Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Benjamin Heinesen, Høgni Eysturoy, Rasmus Dan Sørensen og nú eisini venjarin, Sámarl Erik Hentze, hava gjørt sáttmála fyri komandi.

 

Les eisini: Lyklaspælari hjá B36 til ÍF

 

Sostatt tykist B36 halda fast í flestu av aktørunum, sum eru í holt við at vinna felagnum tíggjunda meistaraheitið. B36 er fýra stig frammanfyri HB, nú tað eru trý umfør eftir. Vil heilt væl, so kunnu teir vinna FM longu sunnudagin.

 

Les eisini: Kríggja millum B36 og KÍ

 

Sámal Erik skifti í vetur til B36, eftir at hann hevði verið venjari hjá AB í góð fýra ár. Undan kappingarárinum í ár var tó lítið væntað av B36, men við eini framúr byrjan fóru teir til stroks. Í løtum hevur leiðslan verið heili sjey stig.

 

Áhugi frá øðrum feløgum?

 

Í tíðindaskrivinum skrivar B36.fo soleiðis:

 

Eingin ivi er um, at Sámal Erik Hentze er ein populerur maður her hjá okkum, og heldur ikki man stórvegis ivi vera um, at fleiri onnur feløg kundu hugsað sær hann sum venjara.

 

Hvussu nógv skal leggjast í hetta er óvist, men feløg sum AB, EB/Streymur, KÍ og ÍF eru millum feløgini, sum ikki endaliga hava avgreitt venjaraspurningin fyri komandi kappingarár.