B36 og B68 spæla mánakvøldið

At B36 fer at spæla í Europa hóskvøldið er orsøkin til, at landskappingardysturin ímóti B68 er útsettur til mánakvøldið

Tað er stutt millum dystirnar hjá feløgunum, sum framvegis luttaka í europeisku kappingunum. Í annaðkvøld fer B36 at spæla í Kroatia, har HNK Rijeka er mótstøðuliðið. Síðsta hóskvøld vann kroatiska liðið 3-1 á Tórsvølli.

 

At B36 fer at spæla hóskvøldið í Kroatia er orsøkin til, at heimadysturin í 19. umfari ímóti B68 er útsettur. Sambært FSF er dysturin ásettur at vera mánakvøldið klokkan 18.

 

B36 og B68 hava hittst tvær ferðir áður fyrr í ár. Í Gundadali vann B36 2-0, og á Svangaskarði vann B36 1-0.

 

Mánadagin 21. august

 

B36 – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.