Tá knappur hálvur tími var farin av dystinum í Gundadali millum B36 og GÍ, var tað heimaliðið B36, sum tók leiðsluna.
B36 breyt ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin bleiv skotin inn fyri málið. Inni í brotsteiginum var Sylla hægstur og skallaði bóltin í málið. 1-0 til B36









