B36 missir miðvallarleikara

FM-meistararnir B36 hava seinastu umførini stríðst nógv við skaðum, og nú missa teir ein av teirra meira royndum leikara. Miðvallarleikarin Høgni Madsen og B36 hava nevniliga avgjørt at fara hvør til sítt. Tað skrivar felagið á síni heimasíðu.


Heimasíðan hjá felagnum upplýsir eisini, at talan verður um ein smeit fyri felagið, tí Høgni Madsen var fastur fúsur á miðvøllinum, áðrenn hann varð skaddur fyrst í mai mánaði.


- Vit vilja nýta høvið at takka Høgna fyri tíðina her í B36, og vit ynskja honum góðan byr bæði á og uttan fyri vøllin, skrivar felagið á síni heimasíðu.