Tvey tey síðstu árini hevur tað ikki hilnast soleiðis í fyrsta umfari hjá B36, sum tað hevur spátt.
Í fjør noyddust teir í árstalsfelagnum suðuraftur av Eiði við 3-2 tapi, og í fyrraárið endaði tað 1-1 í Sarpugerði.
Síðsti B36 sigurin í fyrsta umfari var í 2016, tá ið tað á heimavølli endaði 4-1 ímóti ÍF.
Í dag er B36 á heimavøllinum í Gundadali. Í morgun kavaði í høvuðsstaðnum, men vøllurin er ruddaður, og tað er eingin trupulleiki hjá B36 og Skála at spæla seinnapartin.
Brian Jakobsen, sum higartil hevur verið álopsspælari hjá Skála, verður í dag fyri fyrstu ferð í B36 álopinum, og Árni Frederiksberg, sum bara hevur umboðað NSÍ, verður í dag framrættaður hjá B36. Í miðverjuni er Erling Jacobsen, sum bara hevur umboðað Víking, nýggjur maður.
Ein av teimum, sum gleðir seg at fara undir enn eina landskapping er vongverjin Jónas Ꝥór Næs, sum var skaddur mest sum alt kappingarárið í fjør:
-Um vit skulu vera við, har tað er hugaligt at kappast, so er neyðugt, at vit fáa væl smurda álopsspælið at rigga og samstundis kenna okkara vitjunartíð. Vit fara altíð á vøllin við tí í huga at vinna, og tað gera vit eisini ídag. Málið er at vinna FM og at endurvinna steypafinaluna, sigur Jónas Ꝥór Næs.
Skálamenn hava tríggjar nýggjar menn í ferðalagnum suður í høvuðsstaðin. Ein er framrættaði Ronni Møller-Iversen, sum í fjør spældi við KÍ. Ein annar er Janus Svabo Samuelsen, sum er komin úr 07 Vestur, og tann triði er Fróði Benjaminsen, sum í dag verður í miðverjuni undir liðini á Jákupi Jakobsen.
-Vit halda, at nýggju spælararnir passa væl inn á liðið. Felagið hevur leingi arbeitt við at finna ein miðverja aftrat. At tað endaði við Fróða Benjaminsen er eitt plettskot, sigur vongverjin í høgru Ari Olsen, og hann heldur fram:
-At spæla í Gundadali í fyrsta umfari er stór avbjóðing. Vit hava alt at vinna, og vit halda, at tað er møguleiki fyri at fáa stig við til hús, sigur Ari Olsen.










