B36 meira norðurlendskt

Fótbóltur: Í royndunum at styrkja meira um hópin, fær B36 seinni í hesi vikuni vitjan av tveimum norðbúgvum, sum eftir ætlan skulu leika við besta liði felagsins komandi kappingarár

Eitt av teimum feløgum, sum í mun til undanfarna kappingarár hevur mist fleiri lyklaleikarar, er B36.

Samanborið við hópin undanfarna ár, eru Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen, Øssur Hansen, Ninoslav Milenkovic og Tomislav Sivic millum teirra, sum ikki verða at síggja í hvíta búnanum komandi ár.

Sjálvandi er hetta ein frágongd, sum merkist, men hóast hetta, so hevur tilgongdin av nýggjum leikarum ikki verið so øgiliga stór higartil. Frá leiðsluni hava boðini eisini alla tíðina verið tey somu, nevnliga at felagið hevur ein breiðan hóp, og at grundarlagið fyri fyrstudeildarhópinum eigur at verða funnið innan egnar karmar.


Íslend, svenskt og norskt

Fyrst í hesum árinum frættist tó, at nýggi svenski venjari felagsins, Pelle Andersson, væntandi fór at hava ein landsmann við sær, tá hann kom til felagið, og nakað seinka kom hesin eisini til landið fyri einum tveimum vikum síðani.

Umframt Håkon Lundholm, sum navnið á svianum er, skrivaðu vit tá eisini, at B36 hevði samband við ein norskan verjuleikara, men at hetta helst fór at verða tengt at, hvussu lagnan hjá útlænta liðskiparanum, Jens Kristiani Hansen, fór at verða í Skotlandi.Nú tykist so at siga greitt, at liðskiparin kemur aftur til landið, men kortini hava teir í B36 ikki slept ætlanunum um at styrkja hópin við útlendskum leikarum.

Norski leikarin, Tummas Sørlig, sum umframt at spæla í verjuni eisini hevur roynt seg á miðvøllinum, kemur eftir ætlan til landið hósdagin, og harumframt kemur eisini ein íslendskur leikari, Ragnar Høgsund, hendavegin.

Tummas Sørlig er 23 ára gamal, og hevur hann áður leikt í næstbestu norsku deildini, har hann hevur røkt uppgávuni sum verjuleikari og verjukendur miðvallari.

Ragnar Høgsund er 25 ára gamal, og hevur fyri tað mesta leikt í álopinum, har hann millum annað hevur verið íslendskur meistari við ÍBV, felagnum sum Allan Mørkøre nú spælir fyri. Sum skilst er talan um ein vælvaksnan leikara, sum eisini hevur roynt seg á fleiri U-landsliðum hjá Íslandi.

Kristian á Neystabø sigur við Sosialin, at teir við hesum báðum leikarum helst hava fingið seinastu prikkarnar til fyrstudeildarhópin, uttan at hann tó vil leggja seg fastan á, júst hvørjar uppgávur hesir leikarar koma at røkja.


Meira líkt føroyingum

- Í fótbólti í dag kann ein góður leikari røkja fleiri ymsar uppgávur á liðnum, so talan er sum so ikki um hvørki álops- ella verjuleikara, greiður B36-formaðurin frá. Her á blaðnum loyva vit okkum tó at gita, at norðmaðurin í øllum førum fer at verða nýttur í verjuni, har B36 tykist illa spert eftir frágongdina í vetur. Í álopspartinum stendur nakað betri til, við tað at vandamesta álopsparið seinastu árini framvegis er heilskapað, men í øllum førum boðar hetta frá harðari kapping um framrættaðu plássini, har ný tilkomni sviin eisini er við í kappingini.

Kristian leggur annars dent á, at teir í ár hava roynt seg við norðulendskum styrki, tí tað allarhelst er lættari at fáa hesar leikarar at fella inn í hópin, tá hesir liggja nærri føroyingum enn eitt nú eysturlendingar, bæði málsliga og mentunarliga. Helst veit hann, hvat hann tosar um, B36-formaðurin, sum áður, og við skiftandi hepni, hevur roynt seg við russum, jugoslavum, ungarum og polakkum.