B36 megnaði javnleik í Belfast!

Tað er gott lag í B36 leguni í Belfast, har tey nú fyrireika seg til heimferðina, sum verður í nátt.

B36 hevur í kvøld megnað málleysan javnleik á Windsor Park í Belfast ímóti norðurírska meistaraliðnum Linfield.

Serliga í 2. hálvleiki stóð nógv á, men tað eydnaðíst at halda tørn, og lítla løtu undan dystarenda var tað um reppið, at B36 skoraði týdningarmikla málið á útivølli. Lukasz Cieslewicz sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin brast í stólpan!

Heimaliðið hevði í 2. hálvleiki bóltin tvær ferðir í B36 málinum, men dómarin kolldømdi báðu ferðirnar. Aðru ferðina tí bólturin frammanundan hevði verið aftanfyri baklinjuna, og hina ferðina tí fríspark var framt ímóti Jonas Flindt Rasmussen.

Týskvøldið um eina viku verður returdysturin á ovara vølli í Gundadali, og tað verður ikki minni spennandi.

Heimildarmaður okkara í Belfast metir, at hóast B36 í kvøld var undir stórum trýsti tað mesta av tíðini, so er møguleikin fyri at vinna á heimavølli ikki eingin. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at tá verður spælt á graslíki, og at tað kann roknast við, at áskoðarastuðulin verður uppaftur størri um eina viku, enn hann var í kvøld, hóast teir hálvt hundrað B36 fjeppararnir á Windsor Park gjørdu tað, sum teir orkaðu og eitt sindur aftrat!

 

B36 liðið í kvøld: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen (Heini í Skorini, 84.), Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg (Rasmus Dan Sørensen, 67.), Lukasz Cieslewicz (Klæmint Matras, 91.)

Gult kort: Odmar Færø

 

---

 

90+4

Liðugt

0-0 Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, kom Klæmint Matras á vøllin í staðin fyri Lukasz Cieslewicz.

 

90 min.

0-0

B36 hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í 2. hálvleiki, men einki spurdist burtur úr eftir innleggið frá Súna Olsen. Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat vanligu leiktíðini.

 

85 min.

0-0

B36 spælararnir vísa góðan hugburð og stríðast sum var tað fyri lívinum. Síðstu løtuna hevur tað verið stutt millum fríspørkini, men tað er framvegis bara Odmar Færø, sum hevur sæð gula kortið! Heini í Skorini er komin á vøllin í staðin fyri Bárð Olsen (84.).

 

80 min.

0-0

Linfield hevur havt risa møguleika at leggja seg á odda, men tað eydnaðist ikki. Tá ið so nógv verður lagt fyri í álopspartinum, so kann tað vera so skjótt, at mótstøðuliðið fær møguleika at fara í skjótt mótálop. B36 hevur júst nú havt stóran møguleika at skora týdningarmikla málið á útivølli, men tað eydnaðíst ikki.

 

75 min.

0-0

Linfield hevur skift út fyri triðju ferð. Heimaliðið spennir álopsbogan, og nú tað restar eitt korter, hevur B36 í 2. hálvleiki onga roynd havt ímóti málinum hjá mótstøðuliðnum.

 

70 min.

0-0

Jákup á Borg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Rasmus Dan Sørensen (67.)

 

65 min.

0-0

Gongdin er tann sama. Nú hevur heimaliðið gjørt enn eina framrættaða útskifting. Linfield leggur nógv fyri í royndini at fáa mál og at vinna á heimavølli, og B36 stríðist fyri at halda tørn. Higartil hevur tað eydnast, men tað stendur nógv á!

 

 

60 min.

0-0

Miðverjarnir báðir, Jonas Flindt Rasmussen og Odmar Færø, hava síðstu løtuna verið dømdir fyri at gera fríspark, og nú hevur Odmar Færø sæð gula kortið.

 

 

55 min.

0-0

Tíggju teir fyrstu minuttirnir eftir steðgin hava verið ógvuliga tungir hjá B36, sum framvegis heldur tørn um málleysa javnleikin. Linfield hevur havt fleiri atsóknir, meðan B36 ongantíð hevur verið í nánd av mótstøðumálinum. Heimaliðið hevur havt fleiri hornaspørk, og Meinhard Joensen hevur eina ferð stórbjargað!

 

46 min

0-0

Teir somu ellivu úr B36 eru komnir aftur á vøllin. Linfield hevur framt eina útskifting.Heimaliðið fór beinanvegin í álop, men bólurin varð sendur við síðuna av B36 málinum.

 

45+1min

Hálvleikur

0-0

Tað er framvegis 0-0 í Belfast, har B36 spælir ímóti Linfield á Windsor Park í Belfast. Fyrsta korterið gekk javnt á, men so var heimaliðið greitt omaná, men fram ímóti endanum á hálvleikinum, eftir at Meinhard Joensen hevði bjargað brotssparki, menti B36 seg aftur. Heimildarmaður okkará í Belfast sigur, at heimaliðið er kropsliga væl fyri, men hóast fleiri innlegg eru komin í B36 brotsteigin, so hevur talan ikki verið um nógvar upplagdar møguleikar. Jonas Flindt Rasmussen og Odmar Færø hava verið óførir í luftspælinum, frætta vit úr Belfast.

 

40 min.

0-0

Hóast Linfield hevur havt risa møguleika at leggja seg á odda, so er tað framvegis 0-0 á Windsor Park í Belfast. Jonas Flindt Rasmussen var so óheppin at gera brotsspark ímóti álopsspælara, men B36 málverjin Meinhard Joensen bjargaði, tá ið Thopmson royndi seg úr ellivu metrum! Síðstu løtuna hevur heimaliðið verið omaná, og heimamenninir hava havt fleiri hornaspørk.

 

30 min.

0-0

Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Heimaliðið hevur havt tvær royndir ímóti B36 málinum, uttan at tað hevur verið trupulleiki at verja fyri hjá Meinhardi Joensen. B36 er framvegis væl við í spælinum.

 

15 min.

0-0

Tað hevur verið friðarligt í brotsteigunum. Súni Olsen, sum í kvøld er sentralur miðvallarin saman við Atla Danielsen, hevur havt skotroynd, og bólturin fór framvið.

 

Linfield-B36 kl. 19.45

Klokkan 19.45 var fyrsta bríkslið í Belfast, har B36 í kvøld spælir á Windsor Park.

Líkindini at spæla eru hampuliga góð. Tað eru umleið 15 hitastig, og tað kennist eitt sindur úr honum.

B36 liðið er soleiðis mannað: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen, Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz