B36 manglar nú bara ein sigur

Tað tykist ógvuliga sannlíkt at B36 í ár fer at vinna fyrsta FM-heitið í U18 deildini síðani 1972

Eftir úrslitini í U18 deildini í gjárkvøldið, manglar nú ófatuliga lítið í hjá B36, áðrenn felagið fyri fyrstu ferð síðani 1972 kann kalla seg fyri føroyameistara í unglingadeildini. B36 vann í gjárkvøldið 2-1 móti KÍ, og manglar nú bara tvey stig til at tryggja sær FM-heitið.

 

Tvey umfør eru eftir at leika í deildini, og tí tykist ógvuliga sannlíkt at B36 í teimum báðum seinastu dystunum skal tryggja sær tey bæði stigini, ið eru neyðug, áðrenn felagið kann kalla seg fyri FM-vinnara í U18 deildini fyri fyrstu ferð síðani 1972.

 

Feløgini, ið B36 kappast við um FM-heitið í deildini eru NSÍ og HB, ið bæði liggja jøvn í stigum. Í gjárkvøldið var tað bara HB, ið spældi av teimum báðum liðunum, tá HB spældi útidyst á Eiði móti EB/Streymi. Tann dystin eydnaðist tað HB at vinna 5-2, hóast teir í hálvleikinum vóru aftanfyri 2-0.

 

Tey bæði seinastu umførini í U18 deildini síggja soleiðis út:

Mánadagur 09-10-2017:

Víkingur-EB/Streymur

HB-B36

KÍ-NSÍ

 

Mánadagur 16-10-2017:

NSÍ-HB

B36-Víkingur

EB/Streymur-AB

 

Stigatalvan í U18 deildini:

1.     B36 – 10 dystir – 26 stig

2.     NSÍ – 10 dystir – 21 stig (Málmun +19)

3.     HB – 10 dystir – 21 stig (Málmun +15)

4.     Víkingur – 9 dystir – 9 stig

5.     EB/Streymur – 10 dystir – 7 stig (Málmun -17)

6.     AB – 10 dystir – 7 stig (Málmun -21)

7.     KÍ – 11 dystir – 6 stig