Klokkan 14 leygardagin verður árligi dysturin í Atlantic-Cup kappingini millum føroysku og íslendsku meistararnar. Hetta hevur seinni árini verið ein afturvendandi dystur, og í ár eru tað B36 og FH, sum fara at dystast. Dysturin verður spældur upp á skift í Føroyum og Íslandi, og í ár skal dysturin spælast í Havn.










