Í kvøld kl.19.00 fær B36 vitjan av norðurírska liðnum Linfield í Europa League.
Hetta er triðja árið á rað, at Linfield vitjar í Føroyum. Fyrra árið vunnu teir 4-3 eftir brotssparkskapping ímóti B36, og í fjør vunnu teir 2-0 í Føroyum og tilsamans 5-0 ímóti ÍF. Lið teirra er tó broytt nakað síðani tá. Eitt nú hava teir fingið nýggjan venjara, sum er 33 ára gamli leikandi venjarin, Warren Feeney. Hann hevur spælt nógv í lægru deildunum í Onglandi og hevur 46 landsdystir fyri Norðurírland á baki.
Hetta er fyrsti kappingardystur hjá honum sum venjari í Linfield. Í samrøðu við heimasíðu felagsins sigur hann, at hann vil síggja vilja og orku frá øllum sínum leikarum. Hann hevur granskað B36-liðið, sum hann metir vera eitt gott lið, og nevnir Cieslewicz-brøðurnar sum tveir spælarar, ið teir skulu ansa eftir.
- Teir hava eitt gott lið og eg veit, at teir hava góðar vónir, men vit eru ikki bangnir fyri teimum og vit skulu hugsavna okkum um okkum sjálvar. Eg stóli 100% upp á mínar leikarar, sum vita, hvat arbeiðslag krevst, sigur venjarin, Warren Feeney, í samrøðuni við heimasíðuna.
Við in.fo í gjár segði Jákup á Borg, sum vegna skaða bara fer at virka sum hjálparvenjari í dystunum ímóti Linfield, at teir ætla at spæla sítt spæl – tó við fyrivarni.
- Vit mugu ikki víkja ov nógv frá okkara grundprinsippum. Tað er ein grund til, at vit liggja fremstir í landskappingini. Vit ætla okkum niðan at leggja trýst á, men teir hava eitt somikið sterkt lið, at vit eru greiðir yvir, at vit eisini mugu pakka okkum niður og dúva upp á umstilling, segði Jákup og helt fram:
- Men alfa omega er, eins og tað er við landsliðnum, at vit tora at vera til staðar og ikki vísa ov nógva virðing bara tí at teir eru útlendingar. Sjálvandi skulu vit vísa teimum virðing, men vit mugu ikki vera fjálturstungnir upp á nakran sum helst máta. Tað siga mínar royndir í hesum høpinum, segði Jákup á Borg.
Dysturin ímillum B36 og Linfield verður á Tórsvølli kl.19.00 í kvøld. Atgongumerkini kosta kr. 100,-