Giza Hoyvík, Suðringar og B36 kappast um at sleppa undan at flyta niður úr næstbestu deildini. ÍF, sum í dag tapti 5-0 á heimavølli ímóti HB, er langt síðani flutt niður. Spurningurin er, hvør skal flyta niður saman við fuglfirðingum.
Í dag vóru Suðringar teir einastu av niðurflytingarkandidatunum, sum vunnu stig. Tað endaði 3-3 á heimavølli ímóti B68. Hetta var fimta ferðin á rað, at Suðringar vunnu úrtøku. Samlaða úrtøkan hesar fimm ferðirnar er níggju stig.
Suðringar eiga útsettan dyst frá 23. umfari á útivølli ímóti AB. Hann verður spældur mikukvødið í næstu viku. Suðringar tóku seg í dag eitt stig inn á Giza Hoyvík, sum hevur 29 stig. Suðringar hava 28 stig, og B36 hevur 24 stig.
Enn er alt púra opið. At leggja til merkis er millum annað, at B36 eigur ein dyst eftir ímóti ÍF, sum higartil einki stig hevur vunnið. Giza Hoyvík og Suðringar skulu ikki spæla aftur ímóti ÍF. Tey trý liðini, sum kappast um at sleppa undan níggjunda plássi, hava onga innanhýsis uppgerð eftir.
Giza Hoyvík tapti 4-1 á heimavølli ímóti AB, sum í kvøld fegnast um, at uppflytingin nú er veruleiki.
B36 tapti 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Eftir óvæntaða sigurin á heimavølli ímóti B68 hevur B36 nú tapt á útivølli ímóti KÍ og á heimavølli ímóti Víkingi.
Regin Jensen, sum varð skiftur inn fyri skadda Fannhard Skoradal longu í 37. minutti, legði Víking framum dygst undan steðginum, og eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Pól Enok Hansen økti til 2-0. Sandri Færø hjá B36 sá reytt fyri at nýta neyðbremsuna, tá ið tað restaði eitt stórt korter, og so var einki at gera.
Í trimum teimum síðstu umførunum er skráin hjá Giza Hoyvík, Suðringum og B36:
Giza Hoyvík: B68 (ú), KÍ (h) og Víkingur (ú).
Suðringar (fýra dystir): AB (ú), KÍ (ú), Víkingur (h) og HB (ú).
B36: HB (ú), ÍF (ú) og NSÍ (ú).