Tá fjepparar fara til síðsta heimadystin hjá nýklaktu Føroyameistaranum, B36, stuðla tey óbeinleiðis einum felags átaki hjá evropeiskum fótbóltsfeløgum at hjálpa flóttafólkum.
Felagið boðar nevniliga frá í dag, at tað luttekur í átakinum 90 minutes for hope, ið er eitt átak hjá ECA, European Club Association, um at hjálpa flóttafólkum.
Átakið inniber, at øll feløg, ið luttaka í bólkaspælinum í Champions League og Euro League, lata eina evru fyri hvørt selda atgongumerkið til fyrsta heimadystin í bólkaspælinum. Samstundis hevur ECA heitt á onnur feløg í Evropa um at stuðla átakinum. ECA skipar síðani fyri, at innkomni peningurin verður latin hjálparfelagsskapi, ið hevur til endamáls at veita flóttafólkið hjálp.
B36 hevur valt at stuðla átakinum hjá ECA. Tað verður gjørt í samband við seinasta heimadystin í Effo deildini ímóti AB, har felagið letur eina evru av øllum seldum atgongumerkjum.
- Hóast vit eru eitt av minni feløgunum í ECA, so meta vit, at tað er týdningarmikið, at vit eisini taka undir við hesum átakinum, at vit saman við hinum feløgunum geva nakað aftur til samfelagið. Vit kunnu við hesum vónandi vera við til at gera ein mun, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36.










