Fótbóltur
Seinnu árini hevur B36 verið eitt av føroysku feløgunum, sum hampuliga støðugt hevur leitað sær heilt fram móti oddinum. Tey bæði seinnu árini hevur úrslitið verið silvurmerki, og tó at felagið hevur upplivað stóra frágongd, so tykist leiðslan ikki hava ætlanir um at skrúva niður fyri ferðini.
Avtalur eru longu fingnar upp á pláss við Jákup Mikkelsen, Herbert í Lon Jacobsen og ? sum vit skrivaðu í gjár ? Niclas Niclasen, men framvegis verða fleiri nøvn sett í samband við felagið.
Formaður felagsins, Kristian á Neystabø, vil tó ikki siga nakað um, hvørjir leikarar møguliga eru ávegis til felagið, men hann váttar, at talan helst verður um meira tilgongd enn tað, sum nevnt er omanfyri.
- Hópurin hjá okkum byrjar venjingarnar longu fyrst í november. Enn er tó langt til kappingarbyrjan, men tað er væl møguligt, at fleiri leikarar fara at leggjast afturat teimum, sum nú eru í felagnum, sigur hann.
Nøvn vil formaðurin sjálvandi ikki seta, men tað er helst einki dulsmál, at tað í fleiri førum er heilt nær við, at undirskriftir verða settar á pappírið.
Mikkjal Thomassen hevur áður verið í B36, og tó at tað ikki gekst heilt eftir vild hjá honum á Toftum í fjør, so tykist tað vera víst, at hann fer at spæla í hvíta búnanum komandi ár. Somuleiðis tykist tað vera sannlíkt, at Fróði Benjaminsen er ávegis til B36. Hann hevur í ár spælt við íslendska Fram, men sum skilst, so verður tað ikki har, at hann fer at spæla komandi ár.
Hartil hava teir báðir útlendingarnir, sum í seinnu kappingarhálvu í ár vóru í ÍF, eisini verið settir í samband við B36. Enntá rættiliga álítandi, skilst. Ahmed Sylla og Gunnar B. Nielsen hava í øllum førum havt onkur ørindi í B36-húsinum hesa vikuna, hóast hesar upplýsingar, so bil Kristian á Neystabø einki siga um, hvørt felagið er í ferð við at gera avtalu við teir báðar ella ikki.