B36 leitar eftir sigrunum

Meistararnir, sum í dag eiga torføran útidyst við Stórá, hava vunnið eina av fýra teimum seinastu ferðunum

2-0 tapið ímóti Víkingi á heimavølli mikukvøldið bar við sær, at B36 misti møguleikan at verða partur av ársins steypafinalu.

-Tað eru vit vónsviknir av. Hugburðurin var ikki nóg góður fyrra partin av 1. hálvleiki. Tá var tað, at Víkingur skoraði málið, sum var so týdningarmikið, og tað megnaðu vit ikki at taka inn aftur, hóaast vit tá vóru betri fyri, staðfestir Árni G. Nielsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein minuttir, og hann leggur aftrat:

-Vit mugu arbeiða okkum úr vónbrotinum ikki at kvalifisera okkum til størsta einstaka fótbóltsdystin á árinum. Nú hava vit fokus á landskappingini.

Í gjár fór B36 um Suðuroyarfjørð, og takið hjá Eyðuni Klakstein er at lyfta spælararnar uppaftur eftir vónbrotið mikukvøldið.

Fleiri av B36 spælarunum eru smáskaddir. Millum hesar eru Gestur B. Dam og Hans Pauli Samuelsen.

 

Í TB høvdu tey vónað, at úrtøka fór at spyrjast burtur úr ferðunum til Klaksvíkar og Fuglafjarðar. Tað eydnaðist ikki og eitt stig á heimavølli ímóti AB var eisini vónbrot:

-Harvið er trýstið størri at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Vit rokna okkum at hava møguleika ímóti øllum og harvið eisini meistarunum, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen. Í sjey heimadystum er tað bara eydnast TB at vinna einaferð – ímóti FC Suðuroy. Allir hinir heimadystirnir eru endaðir við javnleiki uttan tann ímóti NSÍ, sum vann 3-2 við Stórá.

Hjá TB er Heine Mortensen burturstaddur í próvtøkuørindum.