B36 leitar eftir sigrunum

Suðringar halda, at teirra avrik bera boð um, at teir hava møguleika ímóti øllum

Í fjør var úrtøkan hjá B36 soltin nógvu tey fyrstu umførini. Tað kostaði møguleikan fram ímóti kappingarenda at vera við í kappingini um gullið.

Eftir fýra umfør er B36 úrtøkan nett tann sama, sum hon var um somu tíð í fjør – fýra stig. Í fjør var tað eftir fýra javnleikir. Í ár er tað eftir ein sigur, ein javnleik og tvey tap.

Í 2-1 tapinum í Gøtu var eyðsýndur saknur í Eli Falkvard Nielsen, Alex Mellemgaard, Andrias H. Eriksen og Róaldi Jakobsen, sum bara var førur fyri at spæla í eina løtu. Andrias H. Eriksen er tøkur aftur, meðan tað er ivasamt, um hinir tríggir vera førir fyri at spæla í kvøld.

-Í Gøtu vóru tað tvær støður eftir deyðbóltar, sum kostaðu mál ímóti okkum og harvið sigurin. Vit kenna okkum ikki hava marginalirnar við okkum. Um vit høvdu vunnið úrtøku úr okkara møguleikum, so hevði tað sær heilt øðrvísi út, sigur Benjamin Heinesen í B36.

 

Suðringar taptu leygarkvøldið 3-0 á Skála. Tað ljóðar øgiligt, men tað var tepurt. Tá ið tað í seinna hálvleiki var neyðugt at spenna álopsbogan í vón um at javna, svaraði Skála tvær ferðir aftur.

-Vit mugu fáa meiri burturúr møguleikunum, sum vit spæla okkum til á útivølli. Vit arbeiða við nýggjari spælskipan, og vit kenna, at liðið mennast støðugt. Útlendsku spælararnir eru góðir bóltspælarar, og vit halda, at gongdin higartil ber boð um, at vit hava møguleika at vinna stig – eisini í Gundadali, sigur Stefan Racosavljevic hjá Suðringum.

Ari Krosslá Poulsen er framvegis skaddur.