B36 hevur fingið tveir nýggjar í Súna Olsen og enska áleyparanum Sam Melson. B36 hevur seinastu vikurnar bíðað eftir spæliloyvinum hjá fyrrverandi Plymouth áleyparanum, og í hósdagin komu endaligu loyvini til árstalsfelagið. Sostatt verður hann tøkur, tá EB/Streymur vitjar sunnudagin.
Men at hann er tøkur munar helst lítið, tá nýggjur liðformaður skal veljast. Og tað skal tað, tí teir tríggir, sum standa í fremstu røð, tá liðformenn skulu veljast, sita allir uttanfyri. Klæmint Matras er leikbannaður, Herbert í Lon Jacobsen skaddur og Ingi Højsted tað sama. Tískil skal nýggjur liðformaður finnast sunnudagin.
Í EB/Streymi vanta teimum eisini tríggjar týdningarmiklar leikarar. Mikkjal Thomassen og Høgni Zachariassen eru framvegis skaddir, og nú er Sorin Anghel heldur ikki tøkur. Hann er farin til heimlandið at halda brúdleyp, og verður heldur ikki við til heimadystin móti Manchester City.
Sostatt eru tað tríggir mans, sum hava meldað Sigfríði Clementsen avboð. Hinvegin hevur Dánjal Davidsen meldað seg tøkan, eftir at hann hevur vant við aftur seinastu dagarnar.
Móti fuglfirðingum farna vikuskifti sat Marni Djurhuus leikbann av sær. Hann er tískil tøkur í dag, og kemur ivaleyst beint inn í miðverjuna aftur, har danin Anders Post Jacobsen spældi seinast.