B36 skrivar í kvøld á heimasíðuni, at tveir leikarar hava longt um sáttmála sín. Tað eru teir báðir Hørður og Trygvi Askham, sum hava skrivað undir fyri komandi kappingarár.
20 ára gamli Hørður Askham, sum spælir í miðverjuni, hevur spælt 68 dystir fyri B36 í Effodeildini. Hann er í løtuni skaddur og verður ikki við aftur hetta kappingarárið.
Trygvi Askham, sum er 27 ára gamal, hevur seinastu trý árini fyri tað mesta verið eykamálverji hjá Tórði Thomsen í B36.