B36 leingir við landsliðsspælara

Hóast tað hevur ljóðað, at KÍ hevur ligið framvið, so hevur Odmar Færø longt sáttmálan við B36

Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at luftin millum KÍ og B36 var ísakøld, tí KÍ hevði roynt at fingið sáttmála við bæði Róald Jakobsen og Odmar Færø. Mánadagin kunngjørdi B36, at sáttmálain við Róald var longdur eitt ár, og nú hevur oddaliðið eisini gjørt nýggjan sáttmála við Odmar Færø.

 

Heima í Føroyum er B36 einasta felagið, sum Odmar hevur umboðað, og í felagnum fegnast tey um, at landsliðsspælarin eisini spælir í hvítum í 2015.