B36 hevur longt um sáttmálan við tveir av sínum spælarum. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari. Spælararnir eru vongleikarin, Benjamin Heinesen, og vinstri bakkurin, Alex Mellemgaard.
22 ára gamli Benjamin Heinesen fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá B36 longu í 2013, og tað er higartil blivið til tilsamans 110 dystir í Betrideildini. Hann hevur longt um sáttmálan fyri kappingarárið 2019.
Alex Mellemgaard er 26 ára gamal, og hann kom til B36 úr AB í 2014. Hann hevur, eins og Benjamin, spælt 110 dystir í Betrideildini. Hansara sáttmáli er nú galdandi fyri kappingarárini 2019 og 2020.