Hørður Askham hevur ikki spælt í miðverjuni hjá B36 síðani seinna hálvfinaludystin í steypakappingini ímóti Víkingi, sum varð spældur 3. juni. Orsøkin er, at hann hevur havt trupulleikar í lýskuni.
Og Hørður kemur helst ikki at spæla meira í ár. 20 ára gamli miðverjin hevur verið í Danmark til kanningar, og skotsmálini hann hevur fingið um skaðan eru ikki góð.
- Eg fór niður hósdagin og bleiv skannaður fríggjadagin. Aftaná segði mín lækni, at tað fer at taka fýra-seks mánaðir at venja lýskuna upp. Eg havi havt trupulleikar við lýskuni leingi.
Hørður vísir eisini á, at hann eisini hevði trupulleikar við lýskuni í fjør, men tá megnaði hann so at spæla kappingarárið til enda.
Hørður náddi at spæla 17 dystir fyri B36 hetta kappingarárið, har hann skoraði eitt mál.