B36 leigar landsliðsspælara í summar

Betri deildin menn: B36 hevur leigað Hannes Agnarsson í ein mánað í summar

Føroyski landsliðsspælarin, Hannes Agnarsson, verður at síggja aftur í B36 í summar. Hann er leigaður frá HIK í Hellerup í donskum fótbólti. Hannes Agnarsson spældi við B36 fram til endan av kappingarárinum í fjør.

 

- Eftir eitt hálvt ár í Danmark er Hannes Agnarsson nú aftur á klettunum. Avtalað varð í vikuni gjørd við HIK, og seinastu pappírini vórðu endaliga avgreidd fríggjadagin Hannes hevði í fjør eitt sera gott ár hjá okkum, og hetta gav eisini úrslit í landsliðsúttøku, har ferðmikli spælarin eisini hevur verið at sæð í ár, skrivar B36.

 

B36 boðar eisini frá, at Hannes Agnarsson verður tøkur til dystin móti 07 Vestur, sum verður í morgin klokkan 15.

 

- Seinasta hálva árið hevur hann spælt fótbólt í HIK í Hellerup, men nú summarferia er á skránni í Danmark, var eitt ynki hjá Hannes at spæla aftur við B36. HIK og B36 hava funnið semju hesum viðvíkjandi, og fríggjadagin komu seinastu pappírini upp á pláss, soleiðis at Hannes kann vera partur av hópinum, sum í morgin fer á Dungasand at spæla móti 07 Vestur, skrivar B36.

 

B36 skrivar at enda, at fyribils er talan um leiguavtalu, sum er galdandi til endan av juli mánaði.