B36 leigar ikki Hannes longur – B36 eigur Hannes

Betri deildin menn: B36 leigar ikki longur Hannes Agnarsson – teir eiga hann

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt hálvtannað ára sáttmála við Hannes Agnarsson. Kviki vongurin er uppvaksin í B36, men hevur seinasta hálva árið spælt við HIK.

 

- Leiguavtalan við danska HIK varð í dag longd til varandi sáttmála. Hannes er nú okkara maður komandi hálvaannað árið Tað var góður styrkur hjá okkum, tá vit fyri nøkrum vikum síðani gjørdu leiguavtalu við danska HIK um Hannes Agnarsson, skrivar B36 og leggur afturat:

 

- Hannes hevur verið í Danmark seinasta hálva árið, og fyribils staðfesti leiguavtalan, at hon var galdandi fram til endan av juli mánaði. Í morgun eydnaðist tað okkum og HIK at koma ásamt um at broyta leiguavtaluna til varandi spælaraflyting, nú Hannes hevði ynski um at flyta heimaftur. Her heima er tað sjálvandi hjá okkum, at hann ynskir at spæla, og tí gekk bæði skjótt og væl at fáa allar lutir upp á pláss í eini avtalu, sum er galdandi til árslok 2023.

 

Eftir ein tvørliga byrjan upp á lívið sum vaknsmanna spælari við nógvum skaðum, fekk hann sítt heilt stóra gjøgnumbrot í fjør. Tað kastaði eisini ein landsliðssess av sær. B36 spælir hóskvøldið móti FK Borac Banja.