- Vit vistu, at hetta var ein sera trupul dystur, tí EB/Streymur plagar tíverri at trívast væl í Gundadali, segði ein fegin Jákup á Borg, eftir at B36 í dag helt fast um oddasessin í Effo-deildini.
Tað einasta, sum Jákup iðraði seg um eftir dystin, var, at B36 bert fekk tað eina málið fyri steðgin. Og hann ásannaði, at B36 kom undir eitt ávíst trýst eftir steðgin.
Liðskiparin hjá EB/Streymi, Gert Hansen, iðraði seg sjálvandi um tapið, sum ber við sær, at EB/Streymur nú er átta stig frá oddasessinum.
- Vit fáa eina øgiliga ringa byrjan, tá teir skora alt fyri eitt. Vit koma væl út til seinna hálvleik, men tað var ikki nóg mikið, staðfesti Gert eftir dystin.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum teir báðir liðskipararnir søgdu eftir dystin.