B36-kvinnurnar í Hollandi

Kvinnuliðið hjá B36, sum í fjør vann steypakappingina og silvur í landskappingini, er í hesum døgum í einari altjóða kapping í Hollandi. Millum mótstøðuliðini í innleiðandi bólkaspælinum í kappingini er belgiska stórliðið RSC Anderlecht

ferðafrásøgn

Tað er meira enn eitt hálvt ár síðani, at B36 fekk innbjóðing til kappingina í Hollandi, sum eitur AVC International Tournament. Og tíðliga í hesum árinum tók felagið av, so kvinnurnar kundu fáa eina spennandi avbjóðing í summarsteðginum í føroysku kappingini.
 Upprunaliga ætlaðu fyrireikararnir at fáa KÍ-kvinnurnar við, men tá tað vísti seg, at tær vóru upptiknar av Europa Cup-fótbólti, kom kjansurin til B36. Og vit vóru sjálvandi fegin um at fáa møguleikan, sigur venjarin hjá B36-kvinnunum, Jacob Thomsen.
 Tað er altíð gott at fáa avbjóðingar, og so er tað eisini stuttligt at vera við í slíkum kappingum, tí tú lærir eina rúgvu av tí. So fyri okkara viðkomandi var eingin ivi um, at hesum áttu vit at taka av, tá nú kjansurin var har, tí hetta kann bara koma at gagna liðnum.
Kappingin er í býnum Sexbierum í útnyrðingspartinum av Hollandi, og umframt B36 eru níggju onnur lið við, harav fleiri teljast millum tey heilt frægu í europeiskum kvinnufótbólti, so sum Hamburger SV úr Týsklandi og RSC Anderlecht úr Belgia, ið eru kend og stór feløg.
Og ikki kann sigast annað, enn at B36-kvinnurnar verða tveittar fyri leyvurnar beinanvegin, tí tær spæla setanardystin í kappingini ímóti belgiska stórliðnum RSC Anderlecht.
 At vit beinanvegin møta tí liðnum, sum má metast at vera væl tað sterkasta í okkara bólki, er helst ein fyrimunur fyri okkum. Hóast mótstøðan helst verður ivaleysa stór, so kunnu kvinnurnar ómóðar fara á vøllin, sigur Jacob Thomsen.
 Tað hevði helst verið uppaftur torførari at møtt einum so góðum liði í triðja dystinum, tá spælararnir kunnu vera bæði moyrir og troyttir eftir teir báðar undanfarnu dystirnar. So tá vit nú skulu upp ímóti so sterkari mótstøðu, kunnu vit akkurát tað sama taka hana beinanvegin.

Vunnu venjingardyst
B36-kvinnurnar komu til Hollands mánakvøldið, og tær búgva í Harlingen, sum er ein heldur størri býur, ið liggur nærhendis Sexbierum. Harlingen er ein hugnaligur býur við kanalum og øllum tí, ið hoyrir til ein týpiskan hollendskan bý.
Mikukvøldið spældi B36 ein venjingardyst ímóti einum lokalum kvinnuliði úr felagnum Flova Boys, og tann dystin vann B36 2-1 við málum, sum Ása á Neystabø og Halltóra Joensen skutu. Hetta var ein fult uppiborin sigur, ið kundi verið enntá størri, um kanónirnar høvdu verið eitt sindur betur innstillaðar, tí fleiri aðrir málkjansir vóru eisini.
Hetta var ein dystur í fullari longd, men so verður ikki, nú sjálv kappingin fer í gongd. Av tí at so nógv lið eru við og bara dagurin í dag og í morgin eru settir av til kappingina, eru teir nógvu dystirnir stytri enn vanligt. Hvør dystur er tvær ferðir 20 minuttir, við hálvleikssteðgi í fimm minuttir.
Í dag spæla liðini tríggjar teir fyrstu dystirnar í innleiðandi umfarinum, og mótstøðuliðini hjá B36 eru fyrst RSC Anderlecht úr Belgia, sum nevnt, og síðani tvey týsk lið, Lutgendortmund og Lokomotive Leipzig. Í morgin spælir B36 síðsta innleiðandi dystin ímóti hollendska liðnum Stedeco Hoornaar.
Tá hesir fýra dystirnir eru spældir, eru støðurnar í bólkunum avgerandi fyri, hvat stendur upp á spæl í seinasta dystinum. Bólkavinnararnir spæla finalu, tveyararnir bronsufinalu og so eru hinir dystirnir spæl um plaseringarnar niðureftir.