Í árstalsfelagnum í Havn munnu tey enn hava ringan smakk í munninum, tá navnið, Metalurgs, verður havt á tungu. Tað var nevnliga liðið, sum fyri tveimum árum síðani gav B36 ein sekk upp á 8-0 í UEFA-Cup kappingini. Og vil heilt væl til, so kann B36 aftur í ár hitta Metalurgs. Skal hetta gerast veruleiki, so krevst tó í fyrstu atløgu, at B36 hølvar Fenerbache av í heimadystinum týsdagin, og í síðani skal Metalurgs gera tað sama, tá teir vitja hjá Dynamo Kiev, sum vann 4-1 í fyrru uppgerðini, sum varð spæld í Letlandi. So serliga sannlíkt er tað kortini ikki, má sigast.