B36 økti um munin

B36 er nú fimm stig undan GÍ á stigatalvuni

 

14. umfar í landskappingini í fótbólti varð leikt sunnudagin, og eftir at dystirnir vórðu leiktir, var greitt, at B36 hevði økt um munin niður til GÍ.

 

Leingi sá annars ikki so gott út hjá oddaliðnum, tá teir vitjaðu FS Vágar, tí heimaliðið legði seg tíðliga í dystinum á odda. Tá tað samstundis var greitt, at GÍ var á odda móti VB, tóktist B36 at missa í oddinum, men seinastu tíggju minuttirnar fingu havnarmenninir tvey mál í Miðvági, og tá VB samstundis javnaði í Gøtu, gjørdist lagið á teimum svørt/hvítu kortini heilt gott

 

 

 

Úrslitini í dag vóru hesi:

 

FSV-B36 1-2

 

GÍ-VB 1-1

 

KÍ-B71 2-0

 

B68-EB/S 1-0