Fýra dystir við fullari úrtøku. Longur enn tað bar ikki hjá felagsliðnum við Streymin, eftir at steypavinnararnir úr B36 í dag koppaðu teimum.
Dysturin byrjaði javnt, har B36 vísti betra fótbóltsspælið, og heimaliðið vísti hvussu farligir teir eru á deyðbóltunum. Um hálvan tíma fall einasta málið í dystinum, sum Fróði Benjaminsen skallaði í kassan eftir fríspark úr vinstru síðu.
Í seinna hálvleiki royndi EB/Streymur at trýsta, men verjan hjá B36 stóð sera stinn. Kanska serliga takkað Ova Nysted, ið spældi ein góðan dyst.
Við sigrinum bardi B36 seg upp á eitt triðja pláss, tvey stig aftanfyri oddaliðini NSÍ og EB/Streymur.
EB/Streymur - B36 0-1 (0-1)
0-1, Fróði Benjaminsen