Talvan sigur, at KÍ hevur 22 stig, og at B36 hevur 13 stig. Nú fyrireika teir í B36 húsinum seg at fara til Klaksvíkar. Um teir einki fáa við sær suður aftur við, so verður dagsskráin nógvu tær næstu vikurnar – og kanska restina av kappingarárinum – ein onnur, enn Dan Brimsvík og hansara menn høvdu ætlað.
Tað er ikki uttan orsøk, at teir í B36 plaga at skemta við, at teir kenna seg mest sum á heimavølli, tá ið teir spæla í Klaksvík.
Seinastu tíggju árini hevur B36 staðið seg ógvuliga væl í Klaksvík. Í 15 landskappingardystum hevur B36 vunnið níggju ferðir, fýra ferðir er tað endað javnt, og KÍ hevur vunnið tvær ferðir. Síðsti heimasigurin var á norðoyastevnu í 2018, tá ið KÍ vann 3-1.
Tveir spælarar, sum nú eru stuðulsspælarar í Klaksvík, hava seinastu árini átt avgerandi leiklutir í B36 sigrum í Klaksvík.
Annar er Odmar Færø, sum tríggjar minuttir undan leikloki í 24. umfari í 2016 javnaði til 2-2. Tað var øgiligt vónbrot í KÍ, sum endaði á øðrum plássi – eitt stig aftanfyri Víking.
Hin er Árni Frederiksberg, sum í 15. umfari í 2019 og tveir minuttir undan leikloki legði B36 framum 1-0 við minnisríkum frísparki. B36 vann 2-0, men klaksvíkingar reistu seg og vunnu FM.
Hjá B36 eru Lukas Enevoldsen (lærkrikin) og Magnus Holm Jacobsen (knæið) tøkir aftur. Sebastian Pingel (brotið fótin) og Eli Falkvard Nielsen (krossbandið) eru ikki tøkir. Brian Jakobsen (lærkrikin), Hugin Samuelsen (vøddaskaði) eru darvaðir av skaðum, men teir vera helst á listanum ídag.
Hjá KÍ var Jóannes Bjartalíð í gjár á næstbesta liðnum. Daniel Björkman er skaddur, og Deni Pavlovic er farin at venja aftur.
KÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00.