Trygvi Askham verður at síggja í hópinum hjá B36 í seinnu hálvu av landskappingini. Árstalsfelagið hevur tryggjað sær, at Trygvi Askham er komin til felagið gjøgnum Transfer Matching System(TMS), sum ger at felagið kann gera sáttmála við hann.
B36 hevur eisini brúk fyri nýggum málverja til komandi dyst, tí Tórður Thomsen fekk beinleiðis reytt kort á Argjum móti AB í gjár, tá hann tók bóltin uttanfyri brotsteigin.
Umframt Jákup Højgaard, sum varð uttikin til U21 landsliðið seinast, so ljóðar at Trygvi Askham eisini verður tøkur til komandi dystin.
Trygvi Askham hevur spælt við ÍF Føroyum í Danmark, meðan hann hevur verið undir útbúgving. Hann hevur fyrr spælt við 07 Vestur og hevur umboðað Føroyar á U-landsliðnum.