Fyri ein av leikarunum hjá B36, Allan Mørkøre, er talan eisini um ein heilt serligan dyst, tí mótstøðuliðið hjá B36 er ÍBV, sum Allan sjálvur áður hevur spælt við fyri nøkrum árum síðani.
Nógv er tó skift út í hópinum hjá ÍBV, síðani Allan Mørkøre vendi heim aftur til Føroya, og í dag eru ikki meiri enn einir fýra ella fimm eftir av teimum, sum vóru við í hópinum, tá ið klaksvíkingurin var við.
Hava fyrireikað seg væl
Í fjør fekk B36 skotið fyri bógvin, at teir ikki tóku UEFA-Cup dystirnar í nóg stórum álvara, tá ið teir eftir greiðan ósigur á heimavølli móti lettiska Metalurgs, bíðaðu við at fara til returdystin til á sjálvum leikdegnum, og síðani taptu 8-1 í Letlandi.
Í ár hava havnarmenninir tó gjørt nógv fyri at fyrireika seg so væl sum gjørligt, og ein orsøk er ivaleyst hon, at møguleikin fyri at spæla seg víðari er rættuliga góður í ár.
Eftir 2-0 sigurin á KÍ í Formuladeildini leygardagin, gekk leiðin hjá B36-hópinum vestur í Vágar, og kósin var sett móti Íslandi.
Hópurin hjá B36 hevur verið í Vestmannaoyggjunum síðani seint leygarkvøldið, og teir lata sera væl at umstøðunum.
Teir hava vant hvønn dag í Íslandi, og onkran dagin hava eisini tvær venjingar verið á skránni.
Sunnudagin var B36-hópurin og hugdi at ÍBV, sum á heimavølli hevði vitjan av Fram í Landsbankadeildini. ÍBV vann dystin 2-0, men avrikið hjá íslendingunum var ikki nakað, sum skapti ótta millum havnarmenninar.
ÍBV liggur í niðara enda av stigatalvuni í heimligu Landsbankadeildini, og havandi í huga, at munurin millum føroyskan og íslendskan fótbólt ikki er so øgiliga stórur, er tað ikki heilt ógjørligt, at B36 kann skriva søgu og spæla seg víðari.
Allir mans hjá B36 eru tøkir til dystin í kvøld. Einasta undantakið er verjuleikarin, Herbert í Lon Jacobsen, sum hevur ein skaða í fótinum, og tá ið vit tosaðu til Íslands mikudagin, var tað ivasamt, um hann fór at verða klárur til dystin.