Gongur tað væl ítróttarliga í europeiskum fótbólti, so kastar tað eisini pengar av sær. Tað vita øll feløg kring Europa, og nú fær B36 eisini smakkin av tí.
Eingin fótbóltskapping gevur so nógvar pengar sum Champions League, og nú B36 stendur til at koma víðari í kappingini, fara krónurnar veruliga at trilla niður í kassan.
- Um vit klára at koma víðari til næsta umfar í Champions League, so kunnu vit rokna við at fáa umleið tríggjar milliónir krónur burtur úr luttøkuni, sigur Kristjan á Neystabø, sum stendur fyri rakstrinum av besta liðnum hjá B36.
- Tað kemur væl við hjá felagnum og styrkir okkum, men vit fara at halda fram eftir sama leista og fara ikki bara at brúka pengar, tí vit fáa hesa inntøkuna, sigur hann
Høgt grundgjald
B36 fær eitt grundgjald fyri at spæla við í innleiðandi kappingini til Champions League, og hetta grundgjald, sum er galdandi fyri øll tey innleiðandi umførini, er á 1,2 milliónir krónur.
Síðani fær B36 eitt gjald fyri hvørt innleiðandi umfar, sum felagið spælir í. Hetta gjaldið er umleið 600.000 fyri hvørt umfar. Tað vil siga, at B36 við at spæla í 1. umfari av Champions League fær 1,8 milliónir krónur, og klárar liðið at koma víðari til annað umfar, koma 600.000 krónur afturat í kassan.
Sjónvarpsrættindi
Harafturat fært B36 eisini pengar fyri sjónvarpsrættindi, og tann upphæddin gerst serliga spennandi í næsta umfarinum, tá ið mótstøðuliðið verður turkiska Fenerbahce.
- Turkaland er eitt stórt land, og tað er eitt av londunum, sum gevur nógvar pengar fyri sjónvarpsrættindi. Har fáa vit fleiri hundrað túsund krónur burturúr, um tað eydnast at koma víðari, sigur Kristjan á Neystabø.
Um B36 klárar at verja 3-0 leiðsluna ímóti Birkirkara á Tórsvølli í næstu viku, kann felagið síggja fam til eina inntøku upp á umleið tríggjar milliónir krónur.
- Tað er gott at fáa pengar inn, men vit fara ikki at broyta nakað kring 1. lið, tí har koyrir alt rættiliga optimalt sum er. Hinvegin kemur tað væl við at hava pengar á kistubotninum, um tíðirnar broytast, sigur Kristjan á Neystabø.