B36 kann draga meira frá

B36 tykist vera mest upplagdi favoritturin um vikuskiftið, og um úrslitini laga seg eftir teirra vilja, kunnu teir møguliga toyggja leiðsluna longur enn tey bæði stigini, sum nú eru á muni

Ikki kann sigast annað, enn at fleiri heldur óvæntað úrslit hava verið í landskappingini higartil, hóast tað enn bert eru leikt trý umfør.

Mest óvæntað er helst, at føroyameistararnir úr Klaksvík bert hava fingið eitt stig higartil.

Eisini er rættuliga óvæntað, at tey bæði fremstu liðini eru tey bæði havnarliðini, B36 og HB. Undan kappingini tóktust annars júst hesi liðini at vera tey, sum vóru harðast rakt av frágongd, men higartil hava tey prógvað, at breiddin í leikaratilfarinum er í samsvari við fólkagrundarlagið í høvuðsstaðnum.

Um henda gongdin fer at halda sær restina av árinum tykist kanska heldur óvist, men kanska fæst ein ábending um hetta longu hetta vikuskiftið. Í hvussu so er má nú sigast at vera seinasta útkall hjá klaksvíkingum. Komandi trý vikuskiftini skulu spæla móti ávíkavist GÍ, B68 og B36, og megna teir at fáa nakað, sum líkist, fullari úrtøku úr hesum dystum, hava teir helst fingið samband við toppin aftur.

Hinvegin merkir ein vánalig úrtøka í hesum dystum helst, at klaksvíkingarnir eru fullkomuliga afturúrsigldir í hesum kappingarárinum.


Skerdir havnarmenn

Tað verður eitt skert HB lið, sum sunnudagin leggur leiðina vestur um, har teir fyri aðru ferð í ár skulu royna seg móti vágamonnum.

Serliga álopsparturin tykist tunnur hjá havnarmonnunum, sum noyðast at vera bæði Gigi og Jón Róa Jacobsen fyri uttan. Harumframt er ivasamt, um Bárður Mortannson verður til reiðar at spæla. Hósdagin vandi hann tó fyri fyrstu ferð í hesu vikuni.

Vágamenn hava so at siga alt fólkið tókt, nú teir á øðrum sinni skulu royna seg á heimavøllinum í Sørvági. Í gjár tóktist einasta ivamálið at vera, um Bakus fór at verða klárur. Hann noyddist at gevast í hálvleikinum móti B36 seinast, og alla hesa vikuna hevur hann ligið sjúkur í seingini.

Vágamenn ásanna eisini, at teir nú mugu skava sær nøkur stig saman, áðrenn gloppið til niðastu liðini verður ov stórt, og tí fara teir eisini á vøllin eftir øllum trimum stigunum hesa ferð.


Tætt millum árstalsfeløgini

Hvørki B68 ella B71 halda seg hava breiðan hóp, og báðum feløgum hava teir skaðar at stríðast við.

Skulu vit meta út frá hagtølunum, so talar alt fyri, at tað verður javnt og tætt, tá B71 í morgin fer á Svangasakarð.

Síðani sandoyingar í 1989 fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini, hevur tað veri tætt, tá teir hava stríðst móti toftamonnum. B68 og B71 hava spæl átjan landskappingardystir. Sandoyingar hava vunnið átta, toftamenn seks og fýra ferð hevur verið javnleikur. Málmunurin er 25-22 til fyrimunar fyri B71.

B71 var í 2. deild í 1991. Síðani teir komu aftur í 1. deild í 1992, teir hava verið í aðru deild eitt ár hetta tíðarskeiðið - hevur málmunurin móti toftamonnum verið 19-19.. Stóri málskjúttin hjá B71 hevur verið Eli Hentze. Síðani 1992 hann skorað níggju av átjan málum. Hóast hann hevur skorað tey flestu á heimavølli, so er tað sjálvsagt, at toftamenn hava eitt vakið eyga við veteraninum í morgin.

Hjá heimaliðnum er Jan Petersen farin at venja aftur, men í gjár var sera ivasamt, um hann verður tøkur í morgin. Kristian Poulsen er framvegis plágaður av vøddaskaða í lærinum.

Hjá B71 er ivasamt, um tveir av fremmandu monnunum verða tøkir í morgin. Felags fyri Alex Nielsen og Julian Florescu er, at teir móti GÍ seinasta sunnudag fingu løstir í fótablaðið. Julian varð skaddur í 1. hálvleiki, men hann spældi kortini allan dystin. Alex varð skaddur fimm minuttir inn í 2. hálvleik, og hann út beinanvegin. Hvørgin teirra hevur vant í vikuni, en Páll á Reynatúgvu hevur arbeitt upp á teir, og so fæst at síggja, hvussu tað verður í morgin.

Bjørn Thorsteinsson er framvegis skaddur siga teir av Sandi.


Toppur móti botni

Á pappírinum er einki at taka seg aftur í, at B36 eru stórfavorittar, tá teir sunnudagin taka ímóti gestunum úr Sumba.

Heimaliðið hevur higartil fingið fulla úrtøku burtur úr sínum dystum, meðan gestirnir enn eiga fyrsta stigið til góðar.

Hjá oddaliðinum verður roknað við, at allir mans eru tøkir. Egil Zachariasen noyddist út seinast, og hevur ikki vant hesa vikuna, men í Havn vænta teir, at sweeparin verður til reiðar at taka eitt tørn afturat sunnudagin.

Sumbingar hava enn ongantíð megnað at vunnið stig frá B36, tá liðini hava hitst í 1. deild, og teir ásanna eisini, at teir hava eina sera trupla uppgávu fyri framman sunnudagin.

Mótstøðuliðið er sum sagt núverandi oddaliðið, men harumframt eru eisini fleiri aðrir lutir, sum viðføra at talan verður um eina sera trupla uppgávu.

Áðrenn kappingin byrjaði, var greitt at Baja, sum í fjør varð toppskjútti hjá sumbingum, ikki verður við fyrru helvt av kappingarárinum, vegna skaða í knænum.

Nú er Páll Magnar Kjærbæk eisini skurðviðgjørdur í knænum, og harumframt hevur Tummas Pauli Nónfjall eisini skaða í knænum. Marlon Kjærbo, sum annars hevur røkt sweepara plássið hjá Páll Magnari, varð skaddur mikukvøldið og eisini er Dánjal Johan Joensen farin aftur til Danmarkar, so alt í alt eru sumbingar rættuliga skerdir undan dystinum.

Milan Cimburovic, sum er venjari hjá sumbingum, sigur seg tí hava sera ringar vónir til dystin sunnudagin. Teir ætla sær tó norður fyri at spæla ein góðan og undirhaldandi dyst, og vóna so tað besta.

Mest týdningarmikið metir hann tó vera, at teir ikki fáa nakrar skaðar ella leikbann sunnudagin, tí fyri framman standa tveir sera týdningarmiklir dystir, sum í stóran mun verða avgerandi fyri lagnuni hjá sumbingum. Komandi vikuskiftið fáa teir vitjan av FS Vágar, og síðani koma sandoyingar suður, og uttan at niðurgera nakran, er tað einamest í hesum dystum, at sumbingar skulu vinna sær neyðugu stigini til at verða verandi í fremstu deildini.


Nýklassiskari stendur í skugganum

Føroyameistararnir úr Klaksvík eru í trongum skóm, tá teir í morgin fara um Leirvíksfjørð. Í trimum dystum hava teir bara fingið eitt stig, og fyribils siga teir seg hugsa lítið um at endurvinna FM-heitið. Skulu teir ikki í fleiri vikur spæla við rygginum móti vegginum, er helst neyðugt at vinna nú, men hetta tykist vera lættari sagt enn gjørt.

Gøtumenn, sum hava gjørt nógv við at undirspæla sín leiklut í ár, plaga at hava gott tak á KÍ í sarpigerðir. Í fjør spældi KÍ væl í gott korter og kom á odda, men so datt alt saman, go GÍ vann 2-1. Vit skulu aftur til 1996 fyri at finna seinasta KÍ sigurin í Gøtu. Ta ferðina vann KÍ 2-1.

Úr Gøtu frætta vit, at har stendur væl til við fólkinum, sum teir rokna fyri at hoyra til 1. deild. Teir hava fjúrtan 1. deildarspælarar, men Johan Nielsen fer neyvan at broyta stórvegis upp á liðið, sjálvt um teir bert fingu eitt stig á Sandi. Tá vóru teir væl nøgdir við spælið, men trupulleikin var, at teir ikki fingu nóg góðar úrtøku úr møguleikunum. Teir halda tó, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Óli Hansen fer at fáa gongd á málskjótingina. Óli var ikki við á Sandi, men hann er nú tøkur aftur.

Í síðstu viku stóð illa til við fólki hjá KÍ, sum í ár hevur staðið seg betur á útivølli enn heima. Støðan er ikki heilt góð enn, men miðverjarnir báðir, Jan Andreasen og Pazek, og unglingaspælarin, Símun Joensen, hava verið til venjingar aftur hesa vikuna. John Ryan er framvegis skaddur, og Marek, sum stóð sterkastur í myndini móti VB, er farin til hús. Tað er langt síðani, at tað varð avrátt, at hann skuldi vera við til familjuhátíð hetta vikuskiftið.

Nú eru meira enn tveir mánaðir síðani, at tað fór at ljóða, at tveir jugoslavar skulu koma til Klaksvíkar. Nógv hevur verið fregnast og spurt, men enn eru eingir jugoslavar í Klaksvík - burtursæð frá Tomislav Sivic, sum ivaleyst fer at brúka seg sjálvan á vøllinum í morgin.


Eftir trimum stigum

Bæði liðini fara á liðnum eftir trimum stigum, tá VB og NSÍ hittast á Eiðinum, suðuri í Vági sunnudagin.

Venjarin hjá VB, Kryztof Popzynzki, sigur seg hava alt fólkið tókt til henda dystin. Janus Kjærbo fekk reyða kortið fyri viku síðani, men hann sat bannið av sær, tá VB leikti móti Sumba mikukvøldið.

Víðari sigur VB venjarin, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at teir fara á vøllin í dag við trimum stigum í huga, og at tað áskoðararnir tískil kunnu vænta sær álopssinnaðan fótbólt frá hansara monnum.

Hann ásannar tó eisini, at talan kann gerast um ein sera torføran dyst móti ungu runavíkingunum.

Trýgvi Mortensen, sum er venjari hjá Runavíkingunum ásannar eisini, at talan verður um ein torføran dyst, sum eisini kann gerast sera spennandi.

Hann sigur, eins og starvsfelagin í Vági, at runavíkingingarnir fara á vøllin eftir øllum trimum stigunum. Higartil eru runavíkingarnir ósigraðir, men við trý stiga skipanini eru javnleikir kostnaðarmiklir, og longu nú hava runavíkingar leikt tveir slíkar.

Einasti leikari, sum ikki er tøkur hjá Trygvi sunnudagin, tykist vera Christian Høgni Jacobsen, sum dregist við skaða í knænum. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamt hetta er, men runavíkingar vóna, at tað ikki gongur alt ov long tíð, áðrenn hann aftur er til reiðar at spæla.

Í steypakappingini vóru VB og NSÍ í sama bólki, og í innanhýsis uppgerðunum vunnu liðini bæði hvør sín útidyst.