B36 í kreppu undan dystinum móti HB

Báðir miðverjarnir hjá B36, Hørður Askham og Robert Heðin Brockie, hava leikbann til grannauppgerðina í Effo-deildini móti HB leygardagin.

 

Teir spældu báðir við næstbesta liðnum í 1.deild í dag. B36 spældi í Gundadali móti KÍ í einum dysti, sum endaði við 3-2 sigri til B36. Bæði Robert Heðin Brockie og Hørður Askham kunnu spæla við bæði Effo-deildini og 1.deild, tí teir eru undir 21.

 

B36 er longu uttan fyrsta val í málinum, Tórður Thomsen, sum fekk sítt fimta gula kort í dystinum móti AB. Hann hevur tí leikbann til dystin móti HB komandi leygardag.

 

Seks minuttir fyri hálvleik fekk Robert Heðin Brockie sítt seinna gula kort í dystinum, og bleiv harvið útvístur. Tríggjar minuttir fyri tíð fekk so Hørður Askham beinleiðis reytt kort. Tá var støðan 2-2. Í seinasta minuttinum av vanligar leiktíð skoraði Rasmus Dan Sørensen avgerandi málið til 3-2 til B36.

 

Nú er so spurningurin hvussu B36 blandar kortini til dystin móti HB. Súni Olsen hevur fyrr spælt í miðverjuni og ein møguleiki. Hin kundi eitt nú verið Símun Joensen, sum kann flytast av vinstra bakki og í miðverjuna. Triði møguleikin er Karl Martin Danielsen(myndin).