B36 í arbeiðshandskarnar aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 lovar bót og bata komandi dystirnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá B36, aftaná 1-2 tapið hjá B36 norðuri í Klaksvík í dag.

 

Eyðun heldur ikki, at talan er um eitt bara vánaligt avrik hjá B36 í dag, men hinvegin viðgongur hann, at liðið manglaði tendring í dag. Tó staðfestir hann, at talan er um bara annað tapið hjá B36 í effodeildini hetta kappingarárið.

 

Komandi tvey umførini ætlar B36 at striðast fyri at enda kappingarárið væl, og vinna seg uppum tey 60 stigini í endastøðuni í effodeildini.