Tað verður B36, sum skal spæla finalu um nýggja Løgmanssteypið ímóti EB/Streymi.
Tað er greitt, eftir at B36 seint seinnapartin hevur vunnið 2-1 á grannunum í HB. Fyrra hálvfinalan endaði málleys, og harvið er tað greitt, at B36 hevur vunnið hálvfinaluna ímóti HB við samlaða málmuninum 2-1.
B36 málini vórðu bæði skorað eftir gott og hugflogsríkt uppspæl. Í fyrra førinum var Karoly Potemkin málskjútti, og í seinna førinum var tað Nagy Tamás.
HB minkaði um munin við brotssparksmálið, sum Andrew av Fløtum setti í málið.
Finalan millum EB/Streym og B36 verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 15. juni.