Tað var ein pøs av vatni í andlitið á meistaraliðnum í Klaksvík, tá ið tað í fyrsta umfari endaði við 2-0 tapi á heimavølli ímóti B36.
Hetta var fyrsti landskappingardysturin síðani minniliga 3-0 sigurin leygardagin 6. oktober 2019, tá ið KÍ tryggjaði sær fyrsta FM heitið í 20 ár.
Tølini siga, at B36 hevur takið á KÍ. Í hesi øldini hava liðini dystast í landskappingini 53 ferðir. B36 hevur vunnið 28 ferðir, KÍ hevur vunnið 13 ferðir, og 12 ferðir er tað endað javnt.
Graslíkið verður í hesum døgum skift á ovara vølli í Gundadali. Tí eigur B36 í dag heimavøll á Tórsvølli. Har hava B36 og KÍ einaferð áður spælt. Tað var tiltikna illveðursfinalan í steypakappingini ólavsøkudag í 2001, tá ið B36 vann 1-0 og Jens Christian Hansen var málskjútti.
Klaksvíkingar hava síðstu árini staðið seg betri í Gundadali enn á heimavølli ímóti B36.
Síðani 2011 hava B36 og KÍ spælt 14 landskappingardystir í Gundadali. B36 hevur vunnð sjey ferðir, KÍ hevur vunnið seks ferðir, og í 2017 endaði fyrri dysturin 1-1.
Hjá B36 er Eli Falkvard Nielsen tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Sonni Ragnar Nattestad er førur fyri at spæla ídag. Erling D. Jacobsen og Ragnar Samuelsen eru skaddir. Símun Rógvi Hansen er tøkur aftur. Hann var á beinkinum í 4-0 sigrinum á Argjum og aftur mikukvøldið, tá ið B36 vann 7-2 í steypadysti á Sandi. Í fyrra dystinum var Rói Mørk Hentze málverji, og í seinna dystinum var Mattias Lamhauge málverji. Mattias vardi málið á næstbesta liðnum, sum í gjár var partur av 1-1 dysti á Svangaskarði.
Hjá KÍ er vongverjin í vinstru Ísak Simonsen vøddaskaddur í beininum og Odmar Færø vøddaskaddur í rygginum. Jákup B. Andreasen og Ole Erik Midtskogen eru eisini skaðadarvaðir, men tað verður roknað við, at teir fara á vøllin ídag.











