Tað er grannauppgerð á Argjum, har B36 er gestur.
Hjá AB eru tveir spælarar leikbannaðir, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Bjarni Skála og Mikkjal Hentze. Ivasamt hevur verið um, um Tóki á Lofti fór at verða førur fyri at spæla. Hann er millum teir fyrstu ellivu.
B36 hevur nýggjan mann millum stólparnar. Trygvi Askham, sum higartil hevur verið fastur maður í B36 málinum, varð so mikið skaddur í grannauppgerðini ímóti HB, at hann var noyddur at fara av vøllinum. Í hansara stað varð settur Rói Mørk Hentze. Hann er í kvøld í B36 málinum, meðan Trygvi Askham er á beinkinum.
Tryggi stýrimaðurin í B36 verjuni plagar at vera liðformaðurin Odmar Færø. Hann hevur sæð gula kortið fýra ferðir, og tí er hann leikbannaður.
Róaldur Jakobsen, Jónas þór Næs og Christian R. Mouritsen eru langtiðar skaddir.
AB – B36 kl. 18.00
Dómari: Bjarki Danielsen
AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Árni G. Olsen, Sørin N. Samuelsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Tóki á Lofti – Bjarki C. Nielsen, Teitur D. Olsen, Filip í Liða – Rasmus Dan Sørensen
B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson, Robert Heðin Brockie, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Hugin Samuelsen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag