B36 hevur skift fýra út

Umframt nýggjan málverja hevur Jákup á Borg skift báðar vongverjarnar og ein av framrættaðu monnunum

Sammett við B36 liðið, sum sunnudagin tapti 4-2 á útivølli ímóti Víkingi, hevur Jákup á Borg, venjari, skift fýra menn út. Teir fýra, sum ikki sleppa á vøllin í kvøld og sum vóru við í Gøtu, eru málverjin Tórður Thomsen, sum er leikbannaður, framrættaði Benjamin Heinesen, og teir báðir vongverjarnir.

Í Gøtu vóru Erlendur Magnusson og Gestur B. Dam vongverjar. Tað vóru teir, tí Høgni Eysturoy og Alex Mellemgaard, sum vóru á vongverjunum í 2-0 heimasigrinum ímóti NSÍ næstsíðsta mikukvøld, vóru skaddir. Nú eru teir tøkir aftur, og teir eru á vongverjunum.

Í staðin fyri Tórð Thomsen er tað Rói Mørk Hentze, sum verjir málið, og í staðin fyri Benjamin Heinesen er tað Christian R. Mouritsen, sum er á framrættaða plássinum í høgru.

 

B36 liðið er soleiðis mannað:

Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen

Hetta er nett sama manning, sum næstsíðsta mikukvøld vann 2-0 á ovara vølli í Gundadali ímóti NSÍ.

 

At B36 er væl fyri sæst á, at onkrir, sum hava spælt heilt nógv higartil í ár, eru á beinkinum. Her verður serliga hugsað um Benjamin Heinesen.

B36 bonkurin: Jákup Højgaard, Hannes Agnarsson, Gestur Bogason Dam, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Magnus Holm Jacobsen

Burtursæð at Jákup Højgaard er eykamálverji í staðin fyri Róa M. Hentze, sum í kvøld verjir málið, so eru tað nett teir somu á beinkinum, sum vóru tað næstsíðsta mikukvøld.