Fótbóltur
Hóast GÍ var á odda tvær ferðir í fyrra hálvleiki, so megnaði B36 kortini at vinna sannførandi, tá samanum kom. Sigurin hjá útiliðnum var uppiborin, hóast fyrri hálvleikur var javnur, og bæði liðini søktu at málunum hjá mótpartinum.
Við sigrinum hálaði B36 seg tvey pláss uppeftir til triðja pláss á stigatalvuni, meðan GÍ enn er rótfest í botninum.
GÍ legði hart út
Tað var annars GÍ, ið legði harðast út í dystinum. Hans Erik Danielsen legði GÍ framum tíðliga í dystinum, men Heðin Joensen svaraði skjótt aftur. Hann var spældur djúpt og dróg framvið einum verjuleikara, áðrenn hann sendi framvið málverjanum.
GÍ kom tó aftur framum. Málverjin hjá B36 misti eitt innlegg, sum datt fyri føturnar á pólverjanum Marek Wiegel, ið hevði lætt við at senda í málið.
Tað eydnaðist tó havnarmonnum at javna fyri hálvleik. Bólturin varð snittaður víðari til Ragnar Poulsen, ið skoraði trygt.
Í seinna hálvleiki var tað tó B36, ið stýrdi øllum, sum fór fram á vøllinum. Fyrst var tað Tórálvur Poulsen, ið legði B36 framum fyri fyrstu ferð í dystinum. Hann trýsti ein verjuleikara, so at afturleggingin gjørdist vánalig, og síðani vann hann bóltin av málverjanum og legði bóltin í netið.
Helgi Justinussen gjørdi tað til 4-2, tá honum varð bjóðað eitt opið mál, Páll Horn økti til 5-2 og Mortan Johannesen sló sigurin fastan við síðsta málinum til 6-2.
B36 við aftur
B36 hevur vunnið seg uppaftur á eitt heiðursmerkjapláss, har teir hava verið fyri tað mesta í ár. Eftir tveir ósgirar á heimavølli var tað umráðandi hjá B36 at fáa ein sigur í land, og tað eydnaðist. Við sigrinum fóru havnarmenn framvið bæði TB og HB upp á triðja pláss.
Gøtumenn eru hinvegin illa fyri á aftasta plássi. Fýra dystir eru eftir, og GÍ skal helst hava ein sigur frá einum av hesum dystunum.
GÍ ? B36 2-6 (2-2)
1-0: Hans Erik Danielsen
1-1: Heðin Joensen
2-1: Marek Wiegel
2-2: Ragnar Poulsen
2-3: Tórálvur Poulsen
2-4: Helgi Justinussen
2-5: Páll Horn
2-6: Mortan Johannesen