B36 hevur nýggjan mann í fremstu røð

Brian Jakobsen, sum higartil í ár hevur átt fremstu ódnina, er á beinkinum ímóti NSÍ

Tað eru tvey lið, ið manningarliga eru ógvuliga væl fyri, sum nú klokkan 15 bresta saman í góðveðrinum í Gundadali.

Higartil í ár hevur Brian Jakobsen, sum í vetur flutti av Skála og til B36, verið fremsti maður. Tað verður hann ikki ídag. Brian er á beinkinum, og Michal Przybylski verður fremsti maður. Hann er fyri ikki so nógvum vikum síðani komin fyri seg eftir skaðasteðg. Higartil hevur hann verið framrættaður í vinstru og onkuntíð hevur hann loyst av í fremstu røð.

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen, Erling Dávidsson Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen – Michal Przybylski

NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen

 

https://www.in.fo/matches/?